Heim

Eysturoyar dansifelag

Tann 10.des. 2015

Góðu felagslimir!

Nú er fyrri parturin av dansivetrinum næstan farin, eitt kvøld eftir: fríggjakvøldið tann 11.desember. Á jólum halda vit frið; men nýggjárskvøld, sum í ár er fríggjakvøld, kvøða vit frá kl 21.00 til eftir midnátt. Tað kvøldi lata vit kr. 50,- í part fyri at koma inn. Børn og ungdómar gjalda ikki,

Við kvæðakvøðu.

Nevndin

Nýtt í kvæðabókini: Seyðamaðurin á Sondum (sum Jón í Bø skipar hann), Símunar táttur, Gorplandskvæði, Greivin av Orient (sum Dr. Jakobsen skrivaði hann). Eindadrongs táttur (hjá Nólsoyar Pálli), Risin og kellingin (nýtt barnakvæði hjá B. av Skarði), Harra Svein av Miklagarði (sum Hans Petur á Brænum skipaði hann).

Fuglakvæði

Fótboltstátturin

Á YouTube undir Eysturoyar dansifelag eru fleiri ljóðupptøkur at hoyra.

Í teiginum til v. finnur tú Upptøkur, har tú kann hoyra kvøðing. Ætlanin er at fáa alt tað, sum vit, okkara felag, kvøða hagar, so tey, sum vilja, kunnu lurta - og læra seg

At vera limur í Eysturoyar dansifelag kostar kr. 100,- um árið; men hevur tú hug at kvøða eitt sindur, er tú vælkomin inn á gólvið hóast ikki limur.

Vanliga kvøða vit fríggjakvøld kl 21-24. Skráin er til skjals her á heimasíðuni. Alt tað, sum vit kvøða í vetur, er í kvæðabók okkara, ið er her á síðuni.

Á Facebook eru vit eisini: Eysturoyar dansifelag.

Kunning fáa limirnir í e-posti og á heimasíðuni eystdans.dk. Tey, sum ikki hava e-post, fáa skránna í brævi. Á heimasíðuni er næstan alt tað, sum vit kvøða, klárt at prenta út. Aftur í ár verður ein fløga við onkrum av tí, sum vit kvøða, at fáa bíliga.

Limagjaldið er kr. 100,- fyri árið. Tað kann verða flutt á konto 6460 407 961 4

Fríggjakvøldið tann 15.nov. er eingin dansur í Hæddini, tí tá eru vit á Strondum, í pensjonistahúsinum, Heygsstøð 5. Vit byrja kl 21 og halda á til midnátt. Á skránni er ein partur av Hafburd konge (Joen Carl), Vågen (Vagnur) og Torkils døtur (Jóna). Strandingar og onnur eru vælkomin, og tað er ókeypis. Ein kaffimunnur fæst eisini, og hann lata vit kr. 20,- fyri. Hesin pengi fer til pensjónistahúsið. Eysturoyar dansifelag hevur fleiri aktivar limir á Strondum, og teir eru góðir kvøðarar, tí vænta vit eitt gott dansikvøld.

Kjartan Ólavsson (Kjartans tættir) er nú í kvæðabók okkara.