Her er eitt innihaldsyvirlit til Føroya kvæði, sum Sjúrður Ferjá hevur gjørt.

Føroya Kvæði (CCF) er størsta kvæðasavn okkara: heili 37 bind. Tað er ringt at finna runt í hesum verki, tí einki innihaldsyvirlit er til tað. Hetta hevur Sjúrður Ferjá í Streymnesi eisini sannað. Sjúrður hevur tí gjørt sær eitt innihaldsyvirlit til øll 37 bindini. Nú hevur hann latið yvirlitið til heimasíðuna hjá Eysturoyar dansifelag, so onnur kvæðaáhugaði kunnu fáa gleði og nyttu av tí.

Tað ber til at leita í yvirlitinum við Ctrl + f og skriva leitiorð í rútin ovarlaga til høgru. Trýst so á Enter – og finn!

Trýst her: Føroya kvæði yvirlit