Veturin 2020/21 seinni partur

Korona-virusið hevur ikki slept takinum enn, so nevndin hevur avgjørt, at vit liggja bakk restina av dansivetrinum eisini. Hetta er ein tung avgerð, men tann rætta, heldur nevndin, og tað halda fólk eisini, sum vit hava verið í sambandi við.

Aðalfundur

Aðalfundurin, sum skal vera í januar-februar verður hildin í Hæddini, Heiðavegi 19, 600 Saltangará, tann 5.februar 2021 kl. 20.00. Av serligum viðurskiftum hava vit biðið fólk siga frá, hvør ið kemur á aðalfund ikki seinni enn sunnukvøldið tann 31.januar.