Vit halda til í Hæddini, Heiðavegi 19, Saltangará, vanliga fríggjakvøld kl. 21 til út ímóti midnátt.
Skráin er mest sum tann sama sum í fjør, tí tá bleiv næstan einki kvøðið. Vit gleða okkum til nógva kvøðing, tí sum vanligt er orðið næstan hvørt kvøld frítt.
Í kvæðabók okkara á eystdans.dk finst alt tað, sum er á skránni í vetur. Nakrar hentar kvæða- og vísubøkur eru: Fær. Anthologi, Grør so fagurt, Danske kæmpe- og folkeviser, Gyltabók, Nýggja kvæðabókin 1&2, Stígum fast og Kvæði Vísur og Táttar.
Vit hava loyvt okkum at seta vertir, ofta uttan at spyrja; men ber tað ikki til at vera vertur, kunnu tit vinarliga siga nevndini frá – ella gera avtalu um at býta um við onkran.
21/10 | Hin føroyski dansurin, Ivan. Leirvíks Páll, Kathrina. | Vertir: Nevndin |
29/10 | Til Sands í ársveitslu hjá Leikum Fagurt; kl. 19.00. | Kunning um túrin er send. |
04/11 | Brúðardansur Kl. 21. Bøhmerlands dronningen, Anfinnur; Fisken, Jóannes; Brúðarvísan IPG, Ivan. Kaffisteðgur. Heri Joensen, prestur, hugleiðir um brúðarvígslu. Harra Pætur og Elinborg, Elin; Kong Hans, Joen Carl; Leivur Øssursson, Jón Rói. | Vertir: Erla og Andrea |
11/11 | Kl. 20.30. Jógvan Højsted greiðir frá um Kjartan Ólavsson Kjartan Ólavsson, fyrri táttur, Jón Rói. | Vertir: Kathrina og Liljan |
18/11 | Táttakvøld. Vit kvøða stutt og lætt. Nógv ymisk skipa. Meir um hetta seinni. | Vertir: Aslaug og Tóta |
25/11 | Barnadansur? Spanieland og Myklegård, Hans. Gudbrandskvæði, Louis. | Vertir: Sunneva og Elsa |
02/12 | Á Strondum, í Pensionistahúsinum, Heygsstøð 3. Kong Sverke, Høgni. Finnbogaríma, Anfinnur. | Vertir: Kára og tær á Strondum |
09/12 | Í Norðragøtu, Glyvr´Hanusarhúsi Bjarnabani, Elin. Strandatáttur, Joen Carl. | Vertir: Súsanna og Dagny |
06/01 | Seyðamaðurin á Sondum, Andras. Blakman konge, Hans. | Vertir: Óluva og Ingibjørg |
13/01 | Í Glyvr´Hanusarhúsi, Norðragøtu Hørpuríma, Anna og Sanna. Vaagen, Anfinnur. | Vertir: Sanna, Anna og Hanna |
20/01 | Blíðskaparkvøld Norðstreymingar eru bodnir við. Ormurin langi, Louis og Anfinnur. | Vertir: Nevndin |
27/01 | Barnadansur? Aðalfundur, skrá eftir lógini. Snekken ligger på landet, Ivan. | Vertir: Anna Maria og Anna J |
03/02 | Vit fara til Harðaldssunds. Felagið leigar buss: frá Hæddini kl. 21.00 og steðgar á vanligum støðum. Farið verður til hús kl.02.00 – ella kl. 02.30, um dansurin er góður. Kópakvæði, Karstin. | |
10/02 | Tøkum Lætt kemur í dans. Brúsajøkil, Hans. | Vertir: Nevndin |
17/02 | Hugnakvøld, byrja kl. 20.00. Tekning – meir seinni. Jeg ser så mangt et orlogsskib, Ivan. | |
Nýggjárskvøld og fastalávints mánakvøld er opið frá 20.30 til umleið á midnátt. Øll vaksin gjalda atgongumerki kr. 50,-.
Barnadansur. Foreldur í Gøtu hava barnadans í Glyvr’Hanusarhúsi í Norðragøtu mánakvøld kl. 19.00-20.00. Boð fáast á facebook: Føroyskur dansur fyri børn. Í Hæddini verður barnadansur kl. 19.00-20.00 vanliga tey fríggjakvøld, sum vit eru í Hæddini. Kristian fer at taka sær av tí. Meira um tað seinni.
Kunning fáa limir okkara pr. e-post, á eystdans.dk og á Facebook: Eysturoyar dansifelag.
Limagjaldið fyri 2022, kr. 100,- verða limirnir bidnir at um at flyta í Betri Banka 9181 575.616.4 (nýtt kontonummar!) Viðmerking við gjald: navn/nøvn. Einki annað er neyðugt. (Tey, sum hava fasta flyting til um ársskiftið, hava longu goldið fyri 2022).