Um veturin 2020/21

28.sept. 2020

Góðu dansifelagslimir!

Hesa tíðina plaga vit at fáa skránna fyri komandi dansivetur. Soleiðis er ikki hesaferð, og grundin er sjálvandi korona-virusið, sum hevur vent øllum á høvdið.

Nevndin hevur avgjørt, at vit leggja virksemið í felagnum stilt fyrra part av vetrinum. Eftir jól meta vit um, hvussu verður restina av dansivetrinum. Tá fáa vit nærri boð.

Vinarliga

Nevndin