Kvæðabókin

Tað nýggjasta í kvæðabók okkara er ein donsk vísa, En stjerneklar aften, sum Kristian Jacobsen hevur skrivað av úr bandasavninum hjá Fróðskaparsetrinum. Tvey syðrugøtufólk, Suffía og Jóan Elias Gregersen, kvøða.

Kristian og Jón Rói hava kvøðið vísuna í dansi einaferð í vetur – við lagnum sum Suffía og Jóan Elias brúka. Hesa vísuna fara vit at hoyra meira til í vetur.