Veturin 2022/2023

Limirnir hava fingið skránna, sum er løgd út her. Fyrsta kvøld, sum vit møtast í Hæddini verður fríggjakvøldið hin 21.oktober

Barnadansur kl 19.00 til 20.00 Kristian skipar fyri barnadansinum, har vit byrja við slíkum, sum børn duga. Tey sleppa at skipa sjálvi so skjótt sum møguligt. Í pausini fáa vit saft og twigs. Vónandi møta fleiri børn, og vaksin eru vælkomin við.

Vit vaksnu byrja kl 21.00 við einum drekkamunni og práta um dansin í vetur og annað.

Formaðurin leggur fyri við vísuni um hin føroyska dansin, og so er orðið frítt (Kathrina skipar Leirvíkspáll eitt annað kvøld).

Fólk eru vælkomin at taka gestir við – og í heilatikið eru øll vælkomin.

Næstu ferð vit kvøða, er suðuri á Sandi, har vit saman við Vága Dansifelag eru gestir hjá Leikum fagurt. Tí er eingin dansur í Hæddini fríggjakvøldið tann 28.oktober.