Um vit fyri tveimum árum síðani skuldu reksa nakrar fortreytir fyri, hvat skal til fyri at fáa góðan føroyskan dans, kundu tær verið nøkulunda soleiðis:
– Onkur sum dugir at skipa
– Gott lag
– Eitt gott høli at dansa í
– Passaligt tal av fólki
– Nóg nógv sum eru von at dansa
Og kanska okkurt afturat, sum onkur kundi nevnt. Men eitt, sum kanska ikki hevði komið fólki til hugs sum tað fyrsta, var at koma saman, tí hetta hevði verið roknað sum ein sjálvfylgja.
Hesari støðuni eru vit tíverri í í løtuni, og tað er so mikið grundleggjandi, at uttan hesa fyritreyt verður als ongin dansur.
Vit løgdu so bragdliga fyri í vetur tann 22. oktobur og alt sá rættiliga ljóst út, hvussu veturin fór at roynast. Vit fingu kortini annað at síggja. Vikuna eftir fóru smittutølini við koronu upp ígjøgnum, og har hava tey hildið sær, meðan vit í nevndini ikki hava havt annað at gjørt enn at avlýsa eitt kvøldið fyri og annað eftir.
Hin 26. novembur bleiv ein roynd gjørd at savna nøkur fólk i Hæddini, men smittutølini vóru sera stór, og fá fólk hættaðu sær í dans. Einans 14 fólk møttu hetta kvøldið.
Í annaðkvølt – fríggjakvøldið tann 10.des. var ætlanin at skipa fyri einum dansikvøldi í Leirvík. Hetta kvøldið hevur verið avlýst fyrr í vetur vegna serliga umstøður, men eisini tær nýggju ætlanirnar við kvøldinum blivu av ongum, og kvøldið er tískil avlýst fyri aðru ferð.
Eftir standa vit soleiðis við einum hálvrunnum dansivetri, og einasti mátin, vit kunnu telja jólini í løtuni, er at telja tey, sum eru farin, síðani korona-smittan rakti okkum.
Í novembur mánaða tosaðu vit varisliga um, at vit kanska fóru at leggja treysliga fyri aftur nýggjárskvøld, men sum støðan er nú, hava vit ikki bara koronu, men alfa, delta og omikron eisini.
Vit fara kortini at bíða í vónini um ein bata og siga heldur, at kvøldið bert verður avlýst, um tit onki frætta aftur. Vit fáa so at síggja hvussu út sær fyrst í komandi ári, og tá kunnu vit í nevndini møtast aftur og taka samanum.
Við hesum orðum fara vit í nevndini at ynskja øllum okkara limum eini gleðilig jól og alt tað besta i komandi ári.
Gud man ráða hvar vit drekka onnur jól
Við Sjógv í Kollafirði, tann 9.des 2021
Ivan formaður