Vit kvøða fríggjakvøldið tann 26.nov.


Góðu limir,
Nevndin er samd um, at vit fara at kvøða nú fríggjakvøldið, sum skráin sigur, kl. 21.00. Støðan viðvíkjandi korona er einki at reypa av, men vit rokna við, at tey allarflestu í okkara aldursbólki eru vaksineraði – og eru annars ábyrgdarfull fólk, yngri og eldri.
Vit hugsa um at fara upp á gólv, men tað verður í óbrotnum ringi – sum vit gjørdu tað fyrsta kvøldið í vetur.
Blíðar heilsur
Nevndin