Kunning tann 19.aug. 2019

Síðani kvæðaupptøkur í Klaksvík síðst í mai, hava vit ligið bakk, men tó vóru vit fyri stuttum – eini 25 fólk – og kvóðu á Hellunum til eina sending hjá norskum sjónvarpi.

Nevndin hevur fingist við skránna, sum verður klár at senda til limirnar síðst í august. Fyrsta dansikvøld verður fríggjakvøldið tann 18.oktober.

Av serligum kunnu vit nevna, at felagið fer at halda 50-ára føðingarár í Leirvík leygarkvøldið tann 2. november. Trý ella fýra feløg verða boðin við, so vit rokna við góðari veitslu. Meir um alt hetta seinni.

Nevndin.

Kontonummar okkara er 6460 407 961 4

Skránna og kvæðabókina finnur tú í geiranum beint til vinstru. Av nýggjum í kvæðabókini kunnu vit nevna Sverrarímu, Nykin á Toftavatni, Strandatátt yngra, Rímu (skemtitátt úr Funningsfirði), Pottatátt, Frísakvæði hjá Pól F. og hin syrgiliga barnasangin Lítla Snar.

Vinarliga, nevndin.

 At vera limur í Eysturoyar dansifelag kostar kr. 100,- um árið, men hevur tú hug at kvøða eitt sindur, er tú vælkomin inn á gólvið hóast ikki limur.

Vanliga kvøða vit fríggjakvøld kl 21-24. Skráin verður til skjals her á heimasíðuni. Meginparturin av tí,  sum vit kvøða, er í kvæðabók okkara, ið er her á síðuni.

Kunning fáa limirnir í e-posti og á heimasíðuni eystdans.dk. Tey, sum ikki hava e-post, fáa skránna í brævi.

Á heimasíðuni er næstan alt tað, sum vit kvøða, klárt at prenta út. Aftur í ár verður ein fløga við onkrum av tí, sum vit kvøða, at fáa bíliga.

Limagjaldið kann verða flutt á konto 6460-407.961.4. Minnst til  at viðmerkja navn/nøvn til flytingina.

Í teiginum til vinstri finnur tú Upptøkur, har tú kann hoyra kvøðing. Ætlanin er at fáa alt tað, sum vit, okkara felag, kvøða hagar, so tey, sum vilja, kunnu lurta – og læra seg.

Á YouTube undir Eysturoyar dansifelag eru fleiri ljóðupptøkur at hoyra.

Á Facebook eru vit eisini: Eysturoyar dansifelag.

Leave a Reply

Your email address will not be published.